Lærarar gera sjálvir av, um bankaráðgevar eru gestalærarar

Lærarar gera sjálvir av, um bankaráðgevar eru gestalærarar
At felagið Peningastovnar fíggjar undirvísingartilfar til næmingar í fólkaskúlanum var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin
Eyðun Gaard er stjóri á Námi.
 
05.09.2025 - 14:21

- Lærarar mugu sjálvir gera av, um teir bjóða bankaráðgevum at verða gestalærarar inni í flokkunum, tá ið undirvíst verður í undirvísingartilfarinum pengar. 

Tað sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi, um tað, at bankaráðgevar koma inn í fólkaskúlan at undirvísa næmingum í hádeild.

 Felagið Peningastovnar hevur tikið stig til og fíggjað nýggja undirvísingartilfarið "Pengar." 

Tað er vanligt í øðrum Norðurlondum, at vinnan er flættað inn í skúlaverk, og tekur stig til og fíggjar undirvísingartilfar. 

Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05092025_Peningastonvar_og_folkaskulin

 

Eftir Breddan váttaði stjórin í Námi, Eyðun Gaard, bankafólk eisini undirvísa lærarum á skeiði hjá Námi, um, um hvussu undirvísingartilfarið um pengar skal miðlast víðari til børnini í skúlanum.

Hoyr allan Breddan her. 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329