Framburðsflokkurin er størsti andstøðuflokkur í Noregi

Framburðsflokkurin er størsti andstøðuflokkur í Noregi
Flokkurin meira enn tvífaldaðist á stórtingsvalinum í gjár, og hann fór úr 21 tinglimum upp í 48
Sylvi Listhaug og Framburðsflokkurin fingu eitt rimmar stórtingsval í gjár.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
09.09.2025 - 09:27

Framburðsflokkurin er størsti andstøðuflokkur í Noregi.

Flokkurin meira enn tvífaldaðist á stórtingsvalinum í gjár. Hann fekk tilsamans 23,9 prosent av atkvøðunum, og fór úr 21 tinglimum upp í 48.

Í takkarrøðu síni í gjárkvøldið fegnaðist forkvinnan í Framburðsflokkinum um, at flokkurin fekk sítt besta val higartil.

Sylvi Listhaug ásannaði samstundis, at vinstrivongurin við Jonas Gahr Støre á odda fer at stýra landinum næstu fýra árini - men tað verður trupult hjá honum at stýra, legði hon afturat:

 

09082025_Sylvi


 
Arbeiðaraflokkurin hjá Jonas Gahr Støre gjørdist størsti flokkur, og reyð-grøni vongurin fekk greiðan meiriluta við 87 tinglimum. 

Høgrivongurin fekk 82 tingsessir. 85 tinglimir skulu til fyri at fáa meiriluta í stórtinginum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558