Eg vil hjálpa øðrum uttan at tað er partapolitiskt

Eg vil hjálpa øðrum uttan at tað er partapolitiskt
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum nú sjálvur hevur boðað alment frá, at hann gevst í politikki, tá hetta valskeiðið er runnið
Eitt drúgt politiskt tíðarskeið við nógvari ábyrgd endar, tá hetta valskeiðið rennur út, hevur fyrrverandi løgmaður gjørt av.
 
10.09.2025 - 19:16

Eg havi funnið útav, at eg vil arbeiða fyri at hjálpa øðrum fólki.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, fyrrverandi landsstýrismaður og eisini fyrrverandi býráðslimur í Tórshavnar býráð, nú hann alment hevur sligið fast, at hann ikki stillar uppaftur, tá val aftur verður til Løgtingið.

Hóast tað hevur verið nevnt í miðlum fyrr, at hann ikki ætlaði at stilla uppaftur, so var tað ikki fyrr enn í dag, at almenna fráboðanin frá Kaj Leo Holm Johannesen kom, og tað gjørdi hon á hansara egna Facebook-vanga.

- Eftir umleið 14 ár á løgtingi, 10 ár í landstýri og fýra ár í Tórshavnar býráð eri eg mettur av politikki, sigur hann.

Seinastu árini hava verið strævin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur havt ein autoimmuna sjúku at dragast við, men sambært honum sjálvum er tað sjúkan ikki havt nakra ávirkan á avgerðina um at leggja frá sær. 

Við at gevast í politikki nú heldur hann, at hann kann brúka orkuna, sum hann hevur til at hjálpa øðrum, sum kanska ikki eru í somu hepnu støðu sum hann.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alla samrøðuna, sum var í tíðindunum klokkan 18.00:

1763053

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329