Mattias hevur mist plássið og livir í óvissu

Mattias hevur mist plássið og livir í óvissu
Føroyski manslandsliðsmálverjin hevur spælt tveir góðar landsdystir, men hann hevur mist plássið í Fredericia. – Eg veit ikki hvat hendir nú, sigur Mattias H. Lamhauge
Mattias H. Lamhauge í fullari longd móti Kroatia
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF  
 
10.09.2025 - 14:19

Í næstan eitt ár sat 26 ára gamli Mattias H. Lamhauge á bonkinum hjá FC Fredericia. Hann bleiv skaddur og misti plássið. Fyri kortum bleiv kappingarneytin seldur og landsliðsmálverjin fekk plássið aftur. Eftir fýra góðar dystir fyri bæði havnarmannin og FC Fredericia í Superliguni komu kontraboð.

Beint fyri at flytingarvindeygað lat aftur keypti felagið Etienne Green frá enska Burnley. Hóast tað hevur verið soltið við spælitíð seinastu tíðina, so fekk nýggi málverjin møguleikan longu í fyrsta dystinum. Tað endaði við 4-1 sigri til AGF.

 - Hetta er eitt tilval av Etienne Green, og ikki eitt frával av Mattiasi. Eg havi tosað við Mattias um tað. Hann er bilsin og vil sjálvandi sleppa at spæla, segði Michael Hansen, venjari hjá FC Fredericia við Fredericia Dagblad í farnu viku.

Mattias H. Lamhauge heldur ikki, at forkláringin, ið hann hevur fingið frá Michaeli Hansen gevur meining í hansara høvdið. Í øllum vónbrotinum kom farna landsliðsumfar væl við.

 - Eg var sera vónbrotin at byrja við. Eg haldi ikki at orsøkin, sum eg fekk gevur meining. Tað kendist næstan persónligt. Í flúgvaranum til Føroya bleiv vónbrotið broytt til motivatión. Eg havi kanska aldrin verið so motiveraður, sum til hesa báðar dystirnar, segði Mattias H. Lamhauge við Kringvarpið eftir dystin í Gibraltar.

 

 

Føroyski landsliðsmálverjin var helst dagsins spælari saman við Andriasi Edmundsson í 1-0 tapinum fyri Kroatia fríggjakvøldið, meðan hann helt málið reint í 1-0 sigrinum á Gibraltar. Hann hevur roynt at lagt vónbrotið frá sær.

- Eg havi fingið fleiri boð frá fólki og eg haldi, at allir í landsliðshópinum hava spurt um støðuna. Eg havi svarað teimum og so lagt tað frá mær, sigur Mattias, ið ikki veit hvat hendir nú.

- Eg havi ikki tosað við teir (Fredericia, blaðm) síðani. Fyri at siga tað sum tað er, so havi eg slett ikki hugsað um tað. Eg fari at hugsa um tað aftur, tá eg fari til fyrstu venjingina.

Meðan landsliðið hevur spælt HM-undankappingardystir, hevur FC Fredericia júst spælt dyst í donsku steypakappingini móti Tune IF. Eitt felag, sum til dagliga spælir í Sælandsseriuni, sum er sætta besta fótbóltsdeildin í Danmark. FC Fredericia vann 4-2, men Etienne Green fekk beinleiðis reytt kort, sum ger at hann má sita uttanfyri í komandi umfari í steypakappingini.

Komandi dystur hjá FC Fredericia verður móti Vejle BK mánakvøldið í Superliguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533