Nepal: Tey ungu hava fingið nóg mikið av landsins leiðslu

Nepal: Tey ungu hava fingið nóg mikið av landsins leiðslu
Mutur, arbeiðsloysi og vánalig livirkor eru gerandisdagur í landinum, sigur Tommy Petersen, sum hevur starvast sum ráðgevi fyri Danida í Nepal
Eldur er settur á fleiri bygningar í høvuðsstaðnum Kathmandu. Hetta er Hilton-gistingarhúsið.
 
11.09.2025 - 14:13

- Yngra ættarliðið hevur fingið nóg mikið av landsins leiðslu, og tí síggja vit hesi mótmælini nú.

Tað sigur Tommy Petersen, sum í trý ár búði og arbeiddi í Nepal, nú yngra ættarliðið hesa vikuna hevur sett eld stjórnarbygningar og fleiri hús hjá politikarum. 

Tey ungu krevja broytingar í Nepal, har mutur, arbeiðsloysi og vánalig lívikor hevur merkt dagligdagin hjá fólki í landinum.

 

Tommy Petersen. 

 

Nógvir ráðharrar sluppu sær til rýmingar týsdagin, meðan onnur vórðu hildin aftur av mótmælisfólkum, og tað er óvist, hvat er hent við teimum.

Forsætisráðharrin og fylgi hansara eru eftir øllum at døma flýdd til Dubai.

Herurin hevur fyribils tikið við valdinum í høvuðsstaðnum Kathmandu, og arbeitt verður við at skipa eina nýggja stjórn, sigur Tommy Petersen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11092025_Tommy_og_Nepal

   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858