Bolsonaro dømdur sekur fyri kvettroynd í Brasil

Bolsonaro dømdur sekur fyri kvettroynd í Brasil
Fyrrverandi forsetin er m.a. dømdur fyri ætlanir um at drepa Lula Da Silva, sum hann tapti valið fyri í 2022
Jair Bolsonaro, fyrrverandi forseti í Brasil, skal sita í fongsli í 27 ár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.09.2025 - 08:05

Fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, er dømdur sekur í hægstarætti fyri kvettroynd. 

Hann er millum annað dømdur fyri at ætlanir um at drepa Lula Da Silva, sum hann tapti valið fyri í 2022. 

Hann skal sita í fongsli í 27 ár og tríggjar mánaðir. Bolsanaro er 70 ára gamal, og dómurin kann hava við sær, at hann skal sita í fongsli restina av lívinum. 

Fýra av fimm dómarum atkvøddu fyri at døma hann sekan. 

Umframt kvettroynd er Bolsonaro eisini dømdur í fýra øðrum ákærum, millum annað fyri at vera við í einum vápnaðum kriminellum felagsskapi, og fyri at hava roynt at beina fyri demokratinum við harðskapi. 

Hann skal tó ikki inn at sita, fyrr enn allir møguleikar at kæra dómin eru brúktir og dómurin endaliga staðfestur.

Og tað er sannlíkt, at Bolsonaro fer at kæra, sambært Reuters. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040