Mattias H. Lamhauge besti málverji í Superliguni hetta umfarið

Mattias H. Lamhauge besti málverji í Superliguni hetta umfarið
Føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge, er millum 11 teir bestu leikararnar hetta umfarið í donsku Superliguni. Tað hevur eingin Fredericia-málverji megnað áður
Mynd: FC Fredericia á Facebook  
 
16.09.2025 - 16:07

Í FC Fredericia er tey errin av, at føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge, sum mánakvøldið slapp at verja málið í søguligu grannauppgerðini móti Vejle, eru valdur til besta málverja hetta umfarið í Superliguni. 

Tað hevur eingin FC Fredericia-málverji megnað áður. 

 

Á sínum Facebook-vanga skrivar FC Fredericia:

 

𝐃𝐞𝐧 𝐅æ𝐫ø𝐬𝐤𝐞 𝐤æ𝐦𝐩𝐞 𝐩å 𝐫𝐮𝐧𝐝𝐞𝐧𝐬 𝐡𝐨𝐥𝐝 

2 landskampe for Færøerne med titlen som kampens spiller og velsagtens også vores vigtigste mand i gårsdagens opgør - nu også på Rundens Hold i 3F Superliga og dermed den første målmand i FC Fredericias historie til at få sådan en hædring 

Stærkt Lam 


Kelda: Superliga.dk

 

Endaði við javnleiki

Grannauppgerðin millum FC Fredericia og Vejle endaði við javnleiki 1-1. 

Mattias H. Lamhauge var eyðsýndur og bjargaði í fleiri støðum væl, men hann hevði ongan møguleika at bjarga skotinum, tá Amin Chiakha legði Vejle á odda í 64. minutti. 

Mattias H. Lamhauge fekk eisini góð skoðsmál fyri avrikið í donsku miðlunum, og ikki minst í lokala miðlinum, Fredericia Dagblad. Nú ver spennandi at vita, um Mattias fer at klára at halda nýinnkeypið úr Burnley, enska U21-landsliðsmálverjan, Etienne Green, á bondinum.  

Bestu bitarnir frá dystinum og hagtøl kunnu síggjast HER. 

 

Frálík landsliðsavrik

Mattias Lamhauge stóð báðar landsdystirnar hjá Føroyum í september.

Hann taldist millum bestu spælararnar, og serliga avrikið á Tórsvølli í 1-0 tapinum fyri Kroatia var gott.

 

250916_MATTIAS_BJARGINGAR_NET

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115