- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvotur verða seldar fyri hundraðtals milliónir

Ongin ivi er um, at fiskakvotur í dag hava eitt sera stórt virði.
Skip verða seld fyri hundraðtals milliónir, og meginparturin av virðinum liggur als ikki í skipinum sjálvum, men í loyvunum, sum fylgja við.
- Hetta prógvar tað, sum vit hava sagt, at har er eitt meirvirði, sum er tilfeingisrentan. Hetta er peningur, sum landið átti at fingið, sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur.
Stórt eykavirði
Í mai kom fram, at Christian í Grótinum samtakið fór at keypa uppsjóvarskipið Jupiter frá PF Jupiter í Kollafirði.
Skipið var selt til Kollafjarar í 2023 fyri 84 milliónir, men í ár er tað selt til Klaksvíkar fyri 271 milliónir.
Eisini eru røddir frammi um, at Eysturbúgvin er seldur fyri 137 milliónir. Hann var keyptur fyri 32 milliónir.
- Hetta vísir, hvat kvoturnar eru verdar. Og at eitt stórt eykavirði liggur í teimum, sigur Hans Ellefsen.
Fiskurin er fólksins ogn
Prísmunurin á næstan 200 milliónir er ikki tí at 20 ára gamla uppsjóvarskipið er vaksið í virðið, men tí tað var selt við kvotum, siga tey, sum hava skil fyri slíkum.
Ein partur av trupulleikanum er sambært Hans Ellefsen, at teir, sum selja, hava fingið kvotuna ókeypis, sum teir so kunnu selja víðari.
Og sambært honum er tað ikki soleiðis, gongdin eigur at vera.
- Fiskurin, sum svimur í sjónum er fólksins ogn, og tí átti hetta, at verið tikið inn av landskassanum, sigur Hans Ellefsen.
Eiga at taka tilfeingisrentuna inn
Hans Ellefsen, at landskassin tekur ein fjórðing av tilfeingisrentuni inn.
At reiðarar vilja rinda fleiri 100 milliónir fyri kvotur vísir, at vit taka ein sera lítlan part av tilfeingisrentuni inn, sigur Hans Ellefsen.
Hann heldur ikki at nakað er galið við, at fáir stórir reiðarar eiga meginpartin av kvotunum, um fólkið og landið annars kann fáa ágóðan av vinninginum.
Trupulleikin er, at tað er ein so lítil partur av tilfeingisrentuni, sum verður tikin inn.
Kann bøta um haldførið
Varð tilfeingisrentan tikin inn, hevði tað bøtt munandi um fíggjarliga haldførið, sigur Hans Ellefsen.
Haldførdisavbjóðingin hjá landinum liggur á nýggju prosentum, men um landið tók størri part av tilfeingisrentuni inn, hevði landið fingið seks prosent av tí inn tann vegin.
Við tí hevði mann kunna tryggjað langtíðarhaldførið í landinum.
Hann heldur, at besta loysnin er uppboðssøla. Tá regulerar marknaðurin seg sjálvan og tilfeingisrentan kemur inn, við at landið selur kvoturnar.
Tey fáu fáa ágóðan
Tað skaðar eisini búskapin, at tilfeingisrentan ikki verður tikin inn, sigur Hans Ellefsen.
- Tað, at mann gevur ein eyka vinning til nøkur fá útvald, tað er ikki gott fyri búskapin. Tað skapar inflatiónspres og fløskuhálsar.
Hetta merkir, at prísir sum heild fara upp. Tað kann til dømis ávirka húsaprísir og prísir á handverkarum.
Tá tilfeingisrentan tí fer í privatar lummar eru tað nøkur, sum kunnu betala nógv meira enn onnur, og tað skapar eitt trýst í samfelagnum.
Kvotur fyri hundraðtals milliónir var evnið í Breddanum fyrrapartin í dag kl. 10.00.
























