Trump hartar Evropa fyri at keypa russiska olju

Trump hartar Evropa fyri at keypa russiska olju
Amerikanski forsetin finst hvassliga at ST, sum hann leggur undir at brúka tóm orð og ikki at hjálpa til at steðga kríggi
Donald Trump, forseti, var bersøgin, tá hann helt røðu á ST-aðalfundinum í gjár.
Mynd: Timothy A. Clary/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.09.2025 - 09:41

Í røðu síni í ST í gjár, hartaði amerikanski forsetin, Donald Trump, m.a. Evropa fyri framhaldandi at keypa olju og gass úr Russlandi, samstundis sum kríggið heldur fram í Ukraina. 

Hann mælti londunum í Evropa til alt fyri eitt at gevast við at keypa orku úr Russlandi.

Trump segði eisini, at ST brúktar "tóm orð", at felagsskapurin ikki hjálpir til at steðga kríggi, og at ST fíggjar eina "innrás" av tilflytarum inn í vesturlondum.

Eftir dundurrøðuna, har hann eisini fanst at veðurlagspolitikkinum, tilflytingini, rullitrappum, vindmyllum og ikki minst ST sum felagsskapi, kom forsetin við eini neyvlýsing.

- Eg eri kanska av og á ósamdur við ST, men eg stuðli tí ST, tí møguleikin fyri friði í hesum stovni er stórur. Okkara land stuðlar ST 100 prosent, segði Trump við Guterres, ST-aðalskrivara, eftir røðuna á ST-aðalfundinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581