Fekk hassjdóm sunnudagin - er nú skuldsettur fyri hvítvask

Fekk hassjdóm sunnudagin - er nú skuldsettur fyri hvítvask
Maðurin, sum var tikin á flogvøllinum, er latin leysur uttan pengarnar
Politiið hevur skuldsett ein mann fyri hvítvask. Sami maður var sunnudagin dømdur fyri hassjsmugling.
 
26.09.2025 - 08:30

Í gjár var ein maður tikin á flogvøllinum, tí hann hevði nógvar pengar við sær.

Virðið er 40.000 kr.

Maðurin er skuldsettur fyri hvítvask.

Hann noktar seg sekan.

Maðurin var latin leysur aftur uttan pengarnar.

 

Dømdur fyri hassjsmugling

Hetta er sami maður, sum sunnudagin fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Hann var dømdur at hava við sær 786 gramm av hassji til Føroya. Hann var tikin á flogvøllinum leygarkvøldið, og var í rættinum sunnudagin.

Maðurin, sum er 49 ára gamal, játtaði seg sekan.

Hann var latin leysur eftir rættarfundin sunnudagin.

Hann verður seinni boðsendur at sita dómin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595