Húsaprísirnir í Føroyum hækka meir enn í flestu grannalondunum

Húsaprísirnir í Føroyum hækka meir enn í flestu grannalondunum
Prísirnir á húsum Í Føroyum eru hækkaðir nógv meira enn húsaprísirnir í okkara grannalondum burtursæð frá Íslandi, sum hevur havt ein enn størri vøkstur.
Savnsmynd
 
26.09.2025 - 19:22

Húsaprísirnir í Føroyum hækka við rúkandi ferð.

 

Prísirnir á húsum Í Føroyum eru hækkaðir nógv meira enn húsaprísirnir í okkara grannalondum burtursæð frá Íslandi, sum hevur havt ein enn størri vøkstur. Tað vísa tøl frá heimasíðuni Eurostat.

 

Sambært talvum, sum búskaparfrøðingurin Hermann Oskarson hevur sett upp vaksa húsaprísirnir í Føroyum við 95 prosentum frá 2015 til 2025, meðan tey í Íslandi vaksa við 151 prosentum. Til samanberingar er vøksturin bara 1 prosent í Finlandi hetta tíðarskeiði. 42 prosent í Danmark, 45 porsent í Noreg og 32 í Svøríki.

 

Í Havn hevur vøksturin í húsaprísunum verið 94 % seinastu 10 árini. Samanborið við Danmark og Keypmannahavn við upplandi er vøksturin í húsaprísinum 39 prosent í Danmark, 53 prosent í Keypmannahavn. 

 

Vøksturin í Tórshavn er sostatt nærmum tvífaldt so stórur sum vøksturin í Keypmannahavn sambært tølum, sum búskaparfrøðingurin Hermann Oskarson hevur sett upp. Viðmerkjast skal at tølini úr Føroyum og Danmark ikki hava sama uppruna og góðsku. Í Danmark er uppgerðin frá Danmarks Statistik, og í Føroyum eru tølini frá Betri samtakinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858