Tvíhalda um at grundstykki í Kollafirði kunnu seljast biligari

Tvíhalda um at grundstykki í Kollafirði kunnu seljast biligari
Tórshavnar kommuna er ósamd við Kommunala Eftirlitið, sum sigur, at grundstykkini skulu seljast fyri kostprís
Tórshavnar kommuna tvíheldur um, at kommunan hevur rætt til at selja grundstykki fyri minni enn tey kosta at gera byggibúgvin. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
30.09.2025 - 11:26

Tórshavnar kommuna tvíheldur um, at kommunan hevur rætt til at selja grundstykki fyri minni enn tey kosta at gera byggibúgvin.

Tórshavnar kommuna hevur nú svarað Kommunala Eftirlitinum, sum í desember í fjør kom til ta niðurstøðu, at kommunan ikki kundi selja nøkur grundstykki í Kollafirði fyri 500.000 krónur, tá metti kostprísurin var 780.000 krónur.

Tórshavnar býráð samtykti at selja grundstykkini fyri 500.000 krónur, men sambært Kommunala Eftirlitinum var býráðssamtyktin ikki í samsvari við kommunufulltrúina.

Tórshavnar kommuna boðaði í gjár Kommunala Eftirlitinum frá, at kommunan er ikki samd við niðurstøðuni.

 

Tulkað skeivt

Í svarskrivinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sigur Tórshavnar kommuna, at Løgmálaráðið og harvið Kommunala Eftirlitið hava tulkað kommunustýrislógina og tilhoyrandi kunngerð skeivt.

Tórshavnar kommuna metir seg hava ásett grundstykkjaprísin eftir sakligum leiðreglum, sum taka atlit at staðbundnu viðurskiftunum.

Og tí heldur kommunan fast um, at býráðssamtyktin um at selja grundstykkini í Kollafirði fyri 500.000 krónur er fult lóglig, og tí skal fremjast í verki.

Í svarskrivinum mælir Tórshavnar kommuna tískil til, at Kommunala Eftirlitið innan fýra vikur svarar kommununi, um niðurstøðan frá desember í fjør verður tikin aftur ella broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961