Russland: Danska hóttanarmetingin er politisk

Russland: Danska hóttanarmetingin er politisk
Russiska sendistovan sigur, at einki hald er í tí, sum danska verjufregnartænastan sigur um russiskt hybrid-kríggj móti Danmark og vesturheiminum
Russiska sendistovan í Keypmannahavn.
Mynd: DR/Ritzau Scanpix  
 
03.10.2025 - 14:33

Hóttanarmetingin, sum danska verjufregnartænastan, FE, er komin við í dag, er politisk og ikki gjørd við støði í objektivum kanningum.

Tað skrivar russiska sendistovan í Danmark í viðmerking, sum danska kringvarpið endurgevur frá Ritzau-tíðindastovuni.

- Endamálið er at rættvísgera tær skilaleysu viðmerkingarnar frá donskum politikkarum um at fyrireika seg til eitt beinleiðis hernaðarligt stríð við Russland, teirra tørv á at órógva eina avtalu um stríðið í Ukraina og ákærur um, at land okkara fremur hybrid-kríggj, skrivar russiska sendistovan sambært Ritzau.

 

Thomas Ahrenkiel er stjóri í fregnartænastuni hjá donsku verjuni. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Einki hald í uppáhaldinum

Danska verjufregnartænastan staðfesti fyrr í dag, at Russland í løtuni førir hybrid-kríggj móti Danmark og vesturheiminum.

- Slík uppáhald, sum einki hald er í, elva bert til anti-russiskt ovursinni, og økja spenningin á evropeiska meginlandinum, skrivar sendistovan.

 - Russland hevur ongantíð havt stríðshugaðar ætlanir móti Danmark, og hevur tað heldur ikki í dag, stendur í boðunum frá russisku sendistovuni í Danmark.

Danska verjufregnartænastan sendi í morgun út nýggja meting um hybridhóttanina móti Danmark. Tað gjørdi hon á tíðindafundi í morgun.

 

Hybrid-hóttanin veksur

Fregnartænastan metir, at Russland í løtuni førir hybrid-kríggj móti NATO og vesturheiminum, og stór sannlíkindi eru fyri, at hybrid-hóttanin frá Russlandi móti Nato veksur næstu árini.

FE skrivar á heimasíðu síni, at tað er sera sannlíkt, at Russland heldur seg vera í stríði við vesturheimin, har amboðini verða hildin undir vápnaðum stríðsstigi. 

- Danski herurin hevur seinastu tíðina upplivað fleiri beinleiðis hóttanir frá russiska hervaldinum, segði Thomas Ahrenkiel, stjóri í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, við danska kringvarpið í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221