Teistin ger royndir á kalsoyarleiðini í tvær vikur

Teistin ger royndir á kalsoyarleiðini í tvær vikur
Kannast skal, um skipið kann brúka Stóru kai í Klaksvík sum varandi loysn
Teistin fer nú at gera royndir á kalsoyarleiðini.
 
08.10.2025 - 08:17

Teistin fer nú at royna kalsoyarleiðina í einar tvær vikur.

Møguleikin skal kannast, um Teistin skal brúka Stóru kai í Klaksvík sum varandi loysn.

Ferjulega er gjørd á Syðradali, og ætlanin er at gera ferjulegu á Stongunum í Klaksvík.

Men avgerð er ikki tikin um tað.

Tað veldst um Stóra kai kann brúkast, og tað skal kannast nú.

 

Klárt at tillaga ferjuleguna 

Annars er klárt at fara í gongd at tillaga ferjuleguna á Stongunum til Teistan.

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, hevur svarað Beini Johannesen, løgtingsmanni, um kalsoyarleiðina.

Ferjulegan á Syðradali kostaði 6,7 mió. kr. 

Tann á Stongunum í Klaksvík er mett at kosta millum hálva triðju og tríggjar milliónir.

Les svarið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262