Treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og tíggju mánaðir fyri sterk rúsevni

Treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og tíggju mánaðir fyri sterk rúsevni
Hetta er fyrsti dómur av sínum slag í danska ríkinum
Maðurin er eisini dømdur fyri at hava eina gasspistól og lóður til hennara og knúgvajarn við innbygdari streymbyrsu. 
 
09.10.2025 - 10:25

Føroya rættur segði í gjár fyrsta dómin í danska ríkinum um rúsevnið 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB.

Ein ungur maður fekk eitt ár og tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri 383 millilitrar av 5F-ADB og 50,8 gramm av kokaini.

Rætturin sigur eisini, at 5F-ADB kann samanberast við sterku rúsevnini kokain og amfetamin.

Tað bað ákæruvaldið um.

Tað bað eisini um harðari dóm, tvey og hálvt ár.

Maðurin er eisini dømdur fyri at hava eina gasspistól og lóður til hennara og knúgvajarn við innbygdari streymbyrsu. 

Maðurin fór aftur í varðhaldið eftir dómin.

 

Umhugsa at fara í landsrættin

Báðir partar umhugsa nú, um teir skulu fara í Landsrættin við dóminum. 

Ein annar ungur maður, sum var ákærdur fyri somu rúsevni sum hin, var bara dømdur fyri 15,5 gramm av hassji.

Hann fekk 12.000 krónur í sekt.

Og hann var latin leysur eftir dómin.

Menninir, sum báðir eru føroyingar, vóru tiknir á flogvøllinum í Vágum.

Teir vóru báðir ákærdir fyri at smugla 384 millilitrar av 5F-ADB og fyri at hava 15,5 gramm av hassji og 50,8 gramm av kokaini innvortis.

383 millilitrar av 5F-ADB svara til 224 gramm av MDMA ella 47 gramm av kokaini ella 191 gramm av amfetamini

24. oktober er eitt annað mál um 5F-ADB í Føroya rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815