Flokkarnir skulu svara um linjuføring í Suðuroyartunlinum í dag

Flokkarnir skulu svara um linjuføring í Suðuroyartunlinum í dag
Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir løgmanni við at gera tunnilin úr Djúpadali til Sandvíkar, við sambandi til Skúvoyar
Steffan Klein Poulsen og Miðflokkurin taka undir við løgmanni um at gera tunnilin úr Djúpadali til Sandvíkar, við sambandi til Skúvoyar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.10.2025 - 12:50

Í dag fer freistin, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur givið politisku flokkunum at siga, hvørja linjuføring teir vilja hava í ætlaða Suðuroyartunlinum.

Mánadagin hevði løgmaður framløgu fyri tingfólkum og landsstýrisfólkum um Suðuroyartunnilin. Tvær linjuføringar vórðu lýstar.

Leið 1 er ein tunnil úr Djúpadali norðan fyri Skarvanes til Sandvíkar í Suðuroy, og leið 2 er frá Múlanum við Sands bygd og til Sandvíkar. Og so er tað spurningurin, um Skúgvoy skal knýtast upp í tunnilin.

Løgmaður mælir til leið 1A, sum tað eitur. Tað er tunnil úr Djúpadali til Sandvíkar, við sambandi til Skúvoyar. 

 

Aksel V. Johannesen fær svar frá flokkunum um farleið í Suðuroyartunlinum í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir við løgmanni

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við Kringvarpið, at Sambandsflokkurin svaraði beinanvegin, og at flokkurin tekur undir við leið 1A, men við onkrum viðmerkingum.

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur, at Miðflokkurin tekur undir við leið 1A, men at flokkurin hevur onkur fyrivarni.

 

 

Beinir Johannesen og Bárður á Lakjuni á veg á kunningarfund í Tinganesi um Suðuroyartunnilin mánadagin. Løgmaður fær svar frá Fólkaflokkinum í dag. 

 

Svara seinni í dag

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at Fólkaflokkurin hevur tikið støðu, og at hann fer at svara løgmanni í dag. Men hann vil ikki siga við Kringvarpið, hvat svarið er, fyrr enn hann hevur svarað løgmanni.

Eyðgunn Samuelsen, tingbólkaforkvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur somuleiðis, at hon fer at svara í dag, og at hon ikki vil úttala seg til Kringvarpið, fyrr enn hon hevur svarað løgmanni.

Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi, skrivaði í gjár á Facebook, at flokkurin seinrapartin skuldi senda svar til løgmann. Tað hevur ikki eydnast at fáa upplýst, hvat svarið er.

Og tað hevur heldurikki eydnast at fáa at vita, hvørja linjuføring Framsókn vil hava. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985