Framvegis ógreitt, nær H-bygningurin verður liðugur

Framvegis ógreitt, nær H-bygningurin verður liðugur
Sýnsfrágreiðing er gjørd, og sambært henni eru útreiðslurnar til umvælingar mettar at vera 14,5 mió. kr.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026 eru 15 mió. kr. settar av til umvælingar av H-bygninginum og gerðarættarmál.  
 
24.10.2025 - 07:46

Ikki ber til at siga, hvussu nógv H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum kostar, og nær hann verður liðugur.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Ein sýnsfrágreiðing er gjørd.

Partarnir, teir eru Landsverk og byggifelagið MT Højgaard, hava til 6. november at gera viðmerkingar um hana.

Í sýnsfrágreiðingini eru útreiðslurnar til umvælingar mettar at vera 14,5 mió. kr.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026 eru 15 mió. kr. settar av til umvælingar og gerðarættarmál.  

Í ár eru 1,6 mió. kr. tøkar til fyrireikandi kanningar og prosjektering, og til at gera bráðfeingis ábøtur, tí lekar eru. 

Sí svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985