Maria Jørðdal Niclasen nýggjur dómpróstur

Maria Jørðdal Niclasen nýggjur dómpróstur
Sunnudagin 25. januar skipar biskupur hana í embætið, og hon tekur við embætinum 1. februar
Maria Jørðdal Niclasen verður nýggjur dómpróstur.
 
24.10.2025 - 15:18

Løgmaður hevur tilnevnt Mariu Jørðdal Niclasen dómpróst. Hon tekur við embætinum tann 1. februar, skrivar fólkakirkjan. 

Embætið var lýst leyst at søkja í august. Tríggjar umsóknir komu.

Áðrenn løgmaður tilnevndi nýggja dómpróstin, vóru trý lið í viðgerðini: Kirkjuráðini, biskupur og landsstýrismaðurin í kirkjumálum.

 

Prestvígd í 2013

Maria Jørðdal Niclasen var prestvígd í dómkirkjuni 27. januar 2013. Hennara fyrsta kall var eystan Múla. Hon gjørdist prestur í Norðoya eystara prestagjaldi 1. februar sama ár.

Maria Jørðdal tók í mars 2015 við kallinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Haraftrat hevur hon verið prestur teirra deyvu.

Sunnudagin 25. januar skipar biskupur Mariu Jørðdal Niclasen í embætið sum dómpróstur.

 

Spennandi starv

- Nógv í starvinum er spennandi og avbjóðandi, sigur Maria Jørðdal Niclasen.

Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum

1772106

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356