Nummarplátur tiknar av bilum í Havn í nátt

Nummarplátur tiknar av bilum í Havn í nátt
Akstovan bað fyrr í vikuni politiið taka nummarpláturnar av 575 akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2025
 
24.10.2025 - 07:57

Fólk í høvuðsstaðnum, sum fara í bili í morgun, gera kanska rættast at hyggja fyrst, um bilurin hevur plátur.

Tí politiið hevur tikið nummarpláturnar av 47 bilum í nátt.

Akstovan bað fyrr í vikuni politiið taka nummarpláturnar av 575 akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2025.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld, vera nummarpláturnar tiknar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424