Vakmyndatól skulu hjálpa løgregluni

Vakmyndatól skulu hjálpa løgregluni
Løgmálaráðið hevur sent uppskot til ummælis, um at geva kommununum fleiri heimildir at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
Kristianna Winther Poulsen og Hervør Pálsdóttir í Breddanum fyrrapartin.
 
24.10.2025 - 13:09

Vakmyndatól skulu verða partur av uppkláringararbeiðnum hjá løgregluni.

Tað halda fleiri limir í rættarnevndini í løgtingum, nú Løgmálaráðið hevur sent uppskot til ummælis, um at geva kommununum fleiri heimildir at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum.

 

Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

- Kjakið hevur flutt seg frá, at vakmyndatól skulu fyribyrgja, til at vakmyndatól skulu brúkast til at uppklára brotsverk, sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum er ivasom um uppskotið.

Vakmyndatól var evnið í Breddanum fyrrapartin.

Umframt Hervør Pálsdóttir vóru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Helgi Abrahamsen og Kristianna Winther Poulsen, sum eisini eru limir í rættarnevndini, í úvarpsstovuni:

 

24102025_Politikarar_oog_vakmyndatol

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672