Forkvinnan í ES-nevndini gestarøðari í Norðurlandaráðnum

Forkvinnan í ES-nevndini gestarøðari í Norðurlandaráðnum
Ursula von der Leyen verður eisini við á toppfundinum millum forsætisráðharrarnar í øllum Norðurlondum
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.10.2025 - 08:07

ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen verður høvuðsgestarøðari á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum formliga byrjar í morgin.

Hon verður eisini við á toppfundinum millum forsætisráðharrarnar í øllum Norðurlondum í morgin.

Fyrstu fundirnir eru longu í dag, og hildið verður fram til hósdagin, tá ársfundurin endar.

Í annaðkvøld verða norðurlendsku virðislønirnar latnar. 

 

Vónbjørt og Sakaris

Vónbjørt Vang fær bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið "Svørt Orkide," og Sakaris Stórá fær filmsvirðislønina fyri filmin "Seinasta Paradís á jørð."

Eisini fær svenska Sara Lundberg norðurlendsku virðislønina fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri myndabókina "Ingen utom jag."

Íslendska tónaskaldið og pianisturin Víkingur Ólafsson fær tónlistarvirðislønina.

og "Grønne Nabofællesskaber í Danmark" fær umhvørvisvirðirlønina fyri verkætlanina "Civilsamfundets grønne bidrag."

Virðislønirnar eru 300.000 danskar krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375