Stjórin á SSL og 13 av manningini á Smyrli fingu sekt frá tollvaldinum

Stjórin á SSL og 13 av manningini á Smyrli fingu sekt frá tollvaldinum
Tey 14 skulu rinda góðar 100.000 kr. í sekt og avgjøldum fyri vørur, sum Smyril flutti úr Danmark
Niels Juel Arge er stjóri á Strandferðsluni.
 
29.10.2025 - 13:40

13 av manningini, sum vóru við Smyrli, tá ið hann kom aftur frá dokking í Danmark 13. oktober, umframt stjóran, hava fingið sekt, og skulu rinda avgjald fyri vørur, ið vóru umborð á Smyrli, men sum ikki vóru tollaðar rætt. 

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, er ein av teimum, ið hevur fingið sekt. 

Hesi 14 skulu rinda tilsamans góðar 100.000 krónur í sekt og avgjøldum.

Tá ið Smyril kom aftur til Føroya eftir sjey vikur í dokk, vóru nógvar vørur, sum fólk høvdu keypt sær í Danmark, á dekkinum og í bilum á Smyrli.

Niels Juel Arge skrivar á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, at hann hevði keypt nakrar Ikea-vørur, sum hann hevði heim við. Tá ið tollararnir í Føroyum sóu pappírini, søgdu teir, at tað ikki var farið rætt fram. Hann fekk tí eina sekt upp á 3.800 krónur, sum hann sigur seg hava rindað beinanvegin.

Stjórin skrivar, at tilsamans vóru 14 fólk, sum máttu rinda sekt og avgjøld, tilsamans meira enn 102.000 krónur.

 

Smyril kom aftur úr dokk í Danmark 11. oktober. 

 

Vøra var ikki fráboðað

Frihedsbrevet hevur fingið innlit í málið, og sambært teimum, funnu tollararnir ymsa vøru umborð, sum ikki var fráboðað. Tað var trekt av fáa manningina at vátta, hvør átti hvørja vøru, men so við og við váttaði manningin. Onkra vøru, tveir pitsaovnar og eitt fortelt til ein kampingvogn, vildi tó eingin kennast við, skrivar Frihedsbrevet.

Frihedsbrevet skrivar, at bøturnar hava verið millum 800 og 26.000 krónur. Harumframt er ein bót, sum ikki er avgreidd enn, og hvussu stór hon er, er ógreitt.

Við Frihedsbrevet sigur Niels Juels Arge:

“Tollavgreiðsla av Smyril má ikki upp á nakran máta koma fyri aftur upp á hendan mátan. Gongd er tí sett á at gera greiða innanhýsis vegleiðing um, hvussu farast skal fram næstu ferð, ið Smyril skal í dokk uttanlands. Og sum ikki skal vera til at misskilja hjá skipara og manning.”

Kringvarpið hevur samskift við Niels Juel Arge fyrrapartin, men hann hevur ikki fleiri viðmerkingar enn tað, sum hann longur hevur skrivað og sent út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571