Reiðarafelagið: Veðurlagslógin skal ikki umfata handilsskip

Reiðarafelagið: Veðurlagslógin skal ikki umfata handilsskip
Reiðarafelagið fyri handilsskip sigur, at vit í Føroyum eiga at halda okkum til IMO-krøv um útlát og ikki áseta serstøk krøv
Jens Meinhard Rasmussen er formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip
 
30.10.2025 - 15:05

Eingin ivi eigur at vera um, at veðurlagslógin, sum er á veg, ikki umfatar handilsskip.

Tað er ikki ásett i lógini, men stendur í viðmerkingunum um lógina. 

Reiðarafelagið fyri handilsskip mælir til, at tað staðiliga verður ásett í sjálvari lógini, so eingin ivi er.

Reiðarafelagið fyri handilsskip sigur, at vit í Føroyum eiga at halda okkum til IMO-krøv um útlát og ikki áseta serstøk krøv.

 

Einki útlát í 2050

IMO, sjóvinnufelagsskapurin hjá ST, hevur sett sær fyri, at útlátið verður netto null í 2050.

Reiðarafelagið fyri handilsskip sigur, at landstreymur kann gera, at útlátið frá skipum minkar.  

Tvær milliónir krónur eru til landstreym í fíggjarlógini fyri 2025.

Í uppskotinum um 2026 eru fýra milliónir. Og ætlanin er at lata fimm milliónir í 2027.

Les uppskotið, sum er sent til hoyringar, her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129