Rættarnevndin fingið longda freist at viðgera fosturtøkumálið

Rættarnevndin fingið longda freist at viðgera fosturtøkumálið
Freistin er longd til 7. november
Rættarnevndin sigur við formansskapin, at av ymsum orøkum hevur ikki borið til hava fundir við tey, sum nevndin hevur givið fundarboð.
 
31.10.2025 - 08:29

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um longda freist at skriva álit um fosturtøkumálið og um málið um sterving og gelding.

Freistin er longd til 7. november.

Hon var annars til 30. oktober, í gjár.

Nevndin sigur seg skriva álit eftir fundin, sum verður 3. november.

Nevndin sigur við formansskapin, at av ymsum orøkum hevur ikki borið til hava fundir við tey, sum nevndin hevur givið fundarboð.

Rættarnevndin avgjørdi 7. oktober at biðja feløg og myndugleikar koma á fund.

 

Framløga

Løgtingsfundur er í dag klokkan eitt.

Bara framløga er á skránni.

Spenningurin er, um uttanlandsnevndin kemur við áliti um uppskot landsstýrisins at herða tiltøkini móti Russlandi og Hvítarusslandi.

Longda freistin hjá nevndini fór mikudagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221