Uttanlandsnevndin viðger framvegis uppskotið um revsitiløk

Uttanlandsnevndin viðger framvegis uppskotið um revsitiløk
Bjarni Hammer, formaður í nevndini, sigur, at álitið kemur væntandi úr nevndini í næstu viku
Bjarni Hammer formaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2025 - 15:47

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er enn ikki liðug við at skriva álit í lógaruppskotinum, sum gevur landsstýrinum víðari heimildir at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Longda freistin hjá nevndini var úti mikudagin, men á stutta tingfundinum í dag, har bara framløga var á skránni, kom einki álit úr Uttanlandsnevndini.

Bjarni Hammer, formaður í nevndini, sigur, at álitið væntandi kemur úr nevndini í næstu viku.

Hann veit enn ikki, um nevndin verður samd um eitt álit, ella talan verður um fleiri minnilutaálit.

Herfyri bað annað av russisku reiðaríunum, sum landsstýrið vil seta á svartalista í Føroyum, um loyvi at tala sína sak í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

 

Sleppa ikki í uttanlandsnevndina, men fáa svar

Í átta síður drúgvum skrivi til nevndina sigur advokaturin hjá Noribo, at eingi prógv eru fyri teimum uppáhaldum um ólógligt virksemi, ið ES hevur ført fram móti reiðarínum, og onnur lond síðani hava tikið undir við.

Bjarni Hammer sigur, at uttanlandsnevndin gongur ikki ynskinum hjá Noribo á møti. 

- Men reiðaríið fær eitt skriv frá uttanlandsnevndini, har vit vísa á, at teirra sjónarmið verða tikin við í viðgerðina, sigur Bjarni Hammer.

 

Í gjár vóru 11 vikur síðani Sirið Stenberg, landsstýriskvinnaí uttanríkismálum, legði fram lógaruppskotið fyri tingið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Á svartalista

Umframt Noribo vil landsstýrið eisini hava lógarheimild at seta Murman SeaFood á svartalista. Bæði feløg fiska í føroyskum sjógvi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Russland og Føroyar.
 
Í gjár vóru 11 vikur síðani Sirið Stenberg, landsstýriskvinnaí uttanríkismálum, legði fram lógaruppskotið um víðkaðar heimildir at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi. 1.viðgerð var 28. august, og málið hevur síðani ligið í uttanlandsnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945