Hægstirættur gevur Føroya rætti viðhald í barnaverndarmáli

Hægstirættur gevur Føroya rætti viðhald í barnaverndarmáli
Føroya rættur kann steðga tvingsilsflutningi av barni, hóast lógin sigur, at kærur ikki hava steðgandi virknað
 
04.11.2025 - 16:28

Hægstirættur hevur tikið eina týðandi avgerð í einum føroyskum barnaverndarmáli, har Føroya Kærustovnur hevði avgjørt at flyta ein tá 15 ára gamlan drong úr einum stovni í Føroyum til ein stovn í Danmark – hóast drongurin ikki tosaði danskt.

Foreldrini hjá dronginum kærdu avgerðina og bóðu um, at flytingin varð steðgað, meðan málið varð viðgjørt. Føroya rættur gav teimum rætt í hesum og steðgaði avgerðini, men Landsrætturin ógildaði tað, við teirri grundgeving, at føroyska barnaverndarlógin ikki loyvir, at kærur fáa steðgandi virknað .

Hægstirættur: Undantøk eru møgulig
Hægstirættur metir nú málið øðrvísi. Rætturin sigur, at hóast barnalógin í grundini sigur, at kærur ikki hava steðgandi virknað, so kann Føroya rættur gera undantak í serligum førum.

Hetta merkir, at dómarar í Føroyum kunnu velja at útseta eina avgerð, um vandi er fyri álvarsligum sálarligum ella sosialum skaða orsakað av tvingsilsflyting.

Rættartrygdin styrkt
Í málinum varð dentur lagdur á, at drongurin longu var fluttur fleiri ferðir, at hann nú trivist væl á stovninum í Føroyum, og at tað ikki var bráðneyðugt at flyta hann.

Víst varð eisini á, at drongurin dugdi ikki danskt, og at ein flyting tí kundi fáa álvarsligar sálarligar avleiðingar.

Hægstirættur sigur, at dómstólarnir hava skyldu at taka slík viðurskifti til eftirtektar – serliga tá talan er um børn.

Avgerðin merkir, at rættartrygdin hjá børnum og foreldrum verður styrkt, og at Føroya Kærustovnur má taka hædd fyri møguligum sálarligum skaðum, áðrenn børn verða flutt, og avgerðin kann eisini fáa týdning fyri, hvussu føroyska barnaverndarskipanin verður tulkað og umsitin framyvir.

Málið skal viðgerast av nýggjum
Hægstirættur hevur tí ógildað avgerðina hjá Landsrættinum, og hevur heitt á rættin um at taka málið upp aftur til nýggja viðgerð.

Tað merkir, at flytingin av dronginum er fyribils steðgað, meðan málið verður endaliga viðgjørt í rættarskipanini.

Avgerðin hjá Hægstarætti kann lesast HER.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.

1774214


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097