Setti fýra aðalstjórar í fjør - nú verða tríggir koyrdir úr starvi

Setti fýra aðalstjórar í fjør - nú verða tríggir koyrdir úr starvi
1. desember verða bara seks aðalráð, og tríggir aðalstjórar eru uppsagdir
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2025 - 11:41

Síðsta hálvtannað árið hevur løgmaður sett fýra aðalstjórar í starv.

Nú kúvendir Aksel V. Johannesen og koyrir tríggjar aðalstjórar úr sínum starvi.

Soleiðis sá lýsingin eftir aðalstjórunum út á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni í apríl í fjør, tá søkt var eftir aðalstjórum til Løgmálaráðið, Umhvørvismálaráðið og Fiski- og samferðslumálaráðið:

 

 

 

11.juni vóru Nella Festirstein, Pól Egholm og Elin Mortensen sett í størvini.

Júst tey trý høvdu tá verið fyribils settir aðalstjórar í nevndu ráðum í hálvt annað ár.

 

Áramálssett í sjey ár

Tey trý vórðu ikki sett sum tænastumenn, men áramálssett í sjey ár.

Afturfyri fingu tey ikki minni enn tvær viðbøtur - tey fingu vanligu aðalstjóraviðbótina á 6.400 krónur um mánaðin, og so fingu tey 20 prosent oman á vanligu aðalstjóralønina fyri fyri áramálssetanina.

Tey fáa tí góðar 92.000 krónur um mánaðin, umframt 15 prosent í eftirløn.

Tey trý eru ikki einastu aðalstjórar, ið løgmaður hevur sett síðsta hálvt annað árið.

 

Bjørgfríð Ludvig. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í september í fjør varð lýst eftir aðalstjóra til Heilsumálaráðið. Tað var eftir at Turið Arge varð koyrd úr starvinum og nýtt fólk skuldi finnast fyri hana.

Turið Arge er í dag "fíggjarráðgevi" í Løgmálaráðnum. Í oktober í fjør varð Bjørgfríð Ludvig sett sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Eisini hon er áramálssett, við somu treytum sum hini trý.

 

Tríggir sparast burtur

Men nú nýskipanarnevndin hevur talað - smáar 17 mánaðir eftir at tríggir aðalstjórar vórðu settir í starv, og eitt ár eftir at hin fjórði varð settur - skulu tríggir aðalstjórar sparast burtur.

Valið fall á Poul Geert Hansen, sum er aðalsstjóri í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum; á Eyðun Mohr Hansen, sum er aðalstjóri í Almanna- og Mentamálaráðnum; og á Nellu Festirstein, sum er aðalstjóri í Løgmálaráðnum.

 

Poul Geert Hansen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Poul Geert Hansen og Eyðun Mohr Hansen eru báðir tænastumenn. Tað merkir, at teir kunnu fara til hús við fullari løn í trý ár, um teimum ikki verður bjóðað eitt líknandi starv í Tinganesi, sum teir taka av. Her er eingin avtala gjørd enn.

Nella Festirstein er sett eftir stjórasáttmála, og sum útvarpið skilir, heldur hon fram í starvi í Tinganesi, hóast hon ikki verður aðalstjóri meira.

Løgmaður er setanarmyndugleiki hjá aðalstjórunum. Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Akseli V. Johannesen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06112025_Adalstjorar

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337