Nýggj skipan skal gera eftirlitsarbeiðið hjá TAKS lættari

Nýggj skipan skal gera eftirlitsarbeiðið hjá TAKS lættari
Nýtt eftirlitshøli hjá TAKS, har Norrøna leggur at, og bingjuskannari vera klár næsta summar, men hinvegin er ongan veg komið at dagføra eftirlitshølini á flogvøllinum
Nýggja farstøðin í Havn verður eftir ætlan liðug í summar, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er biðið um serstaka játtan til nýggja útgerð hjá TAKS til eftirlitshølini í farstøðini.
 
11.11.2025 - 11:13

Profileringarskipanin hjá TAKS er í gerð. Hon verður klár at brúka um nakrar mánaðir. 

Tó er ikki komið á mál við profileringarskipan til farmaflutning. 

Tað sigur Ruth Vang, landsstýrsikvinna, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Ein profileringarskipan er ein KT-skipan, sum skipar upplýsingar hjá TAKS um ferðafólk og frakt. 

Hetta ger eftirlitsarbeiðið nógv lættari og beinraknari, sigur landsstýriskvinnan.

Skipanirnar hjá TAKS eru føroyskar, og tí er trupult at brúka somu skipanir sum í grannalondunum.

Tað er tí helst neyðugt at menna eina føroyska skipan, sigur landsstýriskvinnan.

 

 

Útgerð er dagførd

TAKS hevur dagført skannarar og aðra útgerð, sigur hon eisini. 

Nýtt eftirlitshøli hjá TAKS, har Norrøna leggur at, og bingjuskannari vera klár næsta summar.

Hon sigur, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er biðið um serstaka játtan til nýggja útgerð til eftirlitshølini í nýggju farstøðini í Havn.

Men tað er ongan veg komið at dagføra eftirlitshølini hjá TAKS á flogvøllinum. 

TAKS ætlar at uppraðfesta toll í 2026, sigur Ruth Vang.

Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu er 135 síður. Hon kom 18. mars í 2022.

58 tilmæli eru í heildarætlanini, og tey skulu setast í verk so líðandi til 2028.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970