Pantskipanin skal vera lættari at umsita

Pantskipanin skal vera lættari at umsita
Umhvørvismálaráðið hevur gjørt uppskot um broyting, sum sum skal koma í gildi næsta vár samstundis sum øll lógin um pantskipan kemur
IRF skal eisini fáa heimild at krevja pant og rakstrargjald í teimum førum, har innflytari ella framleiðari ikki veitir neyðugt skjalprógv rættstundis.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2025 - 07:56

Lógin um pantskipan skal broytast, so skipanin verður lættari at umsita.

Tað ætlar Umhvørvismálaráðið, sum hevur gjørt uppskot um broyting, sum skal koma í gildi næsta vár samstundis sum øll lógin um pantskipan kemur.

IRF hevur í arbeiðinum at menna innkrevjingarskipanina til pantskipanina staðfest, at tær upplýsingar, sum TAKS kann veita í sambandi við innflutning, ikki eru nóg neyvar til at kunna staðfesta pant og rakstrargjald.

IRF skal eisini fáa heimild at krevja pant og rakstrargjald í teimum førum, har innflytari ella framleiðari ikki veitir neyðugt skjalprógv rættstundis.

Uppskotið gevur heimild at nýta størra vekttalið ella litratalið í tollrokningini sum grundarlag fyri uppkrevjing, tá neyðug skjalprógv ikki eru.

Hetta skal eggja innflytarum og framleiðarum til at veita skjalprógv rættstundis fyri at sleppa undan ov stórum gjaldi, sigur Umhvørvismálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970