Trump biðið um at almannakunngera Epstein-skjøl

Trump biðið um at almannakunngera Epstein-skjøl
Republikanararnir í Umboðsmannatinginum eiga at atkvøða fyri, at Epstein-skjølini vera almannakunngjørd, tí vit hava einki at krógva, sigur forsetin
 
17.11.2025 - 08:28

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið republikanararnar almannakunngera Epstein-skjølini.

Tað gjørdi hann í einum uppslagi á sínum egna sosiala miðli, skrivar norska kringvarpið.

- Republikanararnir í Umboðsmannatinginum eiga at atkvøða fyri, at Epstein-skjølini verða almannakunngjørd, tí vit hava einki at krógva. Og tað er upp á tíðina, at vit koma víðari frá hesi demokratisku forðingini, skrivar Donald Trump.

 

Stórir trupulleikar

Epstein-skjølini hava volt Donald Trump stórar trupulleikar, tí hann eftir øllum at døma skal vera nevndur í teimum.

Hann lovaði, áðrenn hann var valdur, at hann skuldi almannakunngera skjølini, men síðan valið hevur Trump ikki verið so áhugaður í tí.

Seinastu tíðina hevur hann fingið síni egnu ímóti sær, og fleiri av teimum, sum hava stuðlað honum væl, hava hartað hann fyri ikki at hava hildið lyftið um at almannakunngera skjølini. Og eisini hevur verið róð framundir, at hann krógvar okkurt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334