Bilsølufelagið: Strikaður frádráttur gevur ikki meira í landskassan

Bilsølufelagið: Strikaður frádráttur gevur ikki meira í landskassan
Eftir galdandi lóg kann seljari draga 60.000 kr. frá, um leigubilur verður seldur. Ætlanin er at strika frádráttin, men tað fer at broyta atburðin hjá bilasølunum
Landsstýrið ætlar at strika frádráttin fyri seldar leigubilar. (Savnsmynd)
 
18.11.2025 - 17:00

Bilasølufelagið finst at Fíggjarmálaráðnum, nú ætlanin er, at frádrátturin fyri leigubilar eftir ætlan skal takast av. 

Tað fer at broyta atburðin hjá bilasølunum, og færri pengar fara at koma í landskassan, sigur Ásfinnur Sigvardsen, formaður í Bilasølufelagnum.

 

Ásfinnur Sigvardsen. 

 

Sambært galdandi lóg kann seljari av leigubili draga upp til 60.000 krónur frá, um leigubilurin verður seldur. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at frádrátturin  er so mikið stórur, at fyri ein miðal dýran bil virkar frádrátturin sum ein stuðul til bilasølurnar upp á umleið 40.000 krónur fyri hvønn bil. Tilsamans verður tað mett at vera umleið 15 milliónir krónur um árið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18112025_Leigubilar

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311