Eingin váðameting er av tunnilsloysnini, sum hon sær út í dag

Eingin váðameting er av tunnilsloysnini, sum hon sær út í dag
Í Noreg er ein neyv váðameting at rokna sum ein umsókn um undantak frá meginregluni um at hava ein paralellan tunnil, um ein tunnil er longri enn 10 kilometrar. 
 
22.11.2025 - 12:56

Tað ber illa til at samanbera tær fýra ymisku verkætlanirnar í avgerðarskjalinum tá eingin váðameting er. 

Tað sigur Kasper Nordmelan, sum hevur gjørt eina óhefta eftirkanning av avgerðarskjalinum, sum løgtingið hevur fekk at taka støðu útfrá.

 

Ein váðameting er ein meting av sannlíkindunum fyri at eldur kemur í - hvussu skjótt roykurin spjaðir seg, og um øll kunnu bjarga sær út. 

Viðurskifti, ið ávirka hetta, er hallið í tunlinum, longdin av tunlinum og tal av bilum.

Somuleiðis hvussu møguleikarnir eru fyri at stýra roykinum við ventilatión.

 

Ein armur upp í Skúgvoy ávirkar hesi viðurskifti - bæði hallið í tunlinum, hvussu ferðslan er í honum og hvussu tilbúgvingin er á staðnum.

Men eingin váðameting er gjørd av farleiðini, sum hevur ein arm upp í Skúgvoy er kritikkurin hjá Kasper Nordmelan, sum hevur gjørt eina óhefta eftirkanning av avgerðarskjalinum hjá PF Suðuroyartunlinum. 

Eisini manglar ein neyv váðameting undir bygging, sigur hann. 

 

Tí heldur hann ikki, at tað ber til at samanbera tær fýra verkætlanirnar í avgerðarskjalinum hjá PF Suðuroyartunlinum, tí tað er í váðametingini, at tú sær hvat skal til fyri at tunnlin livur upp til trygdarkrøvini og tískil eisini hvat tað kostar at gera, viðlíkahalda, byggja og reka hann. 

Kasper Nordmelan er ikki trygdarserfrøðingur, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í PF Suðuroyartunlinum.  Tunnilsfelagið hevur vent hesum við trygdarserfrøðinginum hjá Norconsult.

 

Hoyr samrøðu við Teit Samuelsen her:

 

Teitur_Samuelsen

Í Noreg er ein neyv váðameting at rokna sum ein umsókn um undantak frá meginregluni um at hava ein paralellan tunnil um ein tunnil er longri enn 10 kilometrar. 

Tunlar mugu eftir norskum reglum ikki hava eitt hall, sum er meira enn 5%.  Armurin upp í Skúgvoy fer at hava eitt hall uppá 10 % men fer at hava lítla ferðslu, sigur Teitur Samuelsen.

Tað er Landsverk sum skal góðkenna tunnilin. Tað er tí eisini Landsverk, sum ger av, um tunnilin skal lúka norsk trygdarkrøv, sigur Teitir Samuelsen.

Eingin lóg er í Føroyum um trygd í tunlum.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429