Gamlir trupulleikar spøktu undan HM-fráferð

bannari
Gamlir trupulleikar spøktu undan HM-fráferð
Føroysku hondbóltskvinnurnar misnýttu heldur nógv í 27-24 ósigrinum fyri Íslandi í HM-upphitingardystinum við Tjarnir
 
22.11.2025 - 20:39

Gamlir trupulleikar spøktu, tá Føroyar taptu 27-24 fyri Íslandi í HM-upphitingardysti við Tjarnir leygarkvøldið.

Føroysku kvinnurnar, sum annars vunnu á Íslandi í EM-undankappingini fyri kortum, misnýttu ov nógvar málkjansir, og tað var høvuðsorsøkin til tapið ímóti íslendingum, sum leggja fyri í HM-endaspælinum við dysti ímóti týsku vertunum.

Føroyska spælið annars var heldur misjavnt bæði í verju og álopi, men tað var kanska orsakað av nógvu skiftingunum, sum venjarin Claus Mogensen gjørdi ígjøgnum dystin.

Júst tað sást eisini aftur á máltalvuni. 10 spælarar komu á máltalvuna; Lív S. Poulsen, Pernille Brandenborg og Jana Mittún vóru føroyskir toppskjúttar við fýra málum í part. Síðstnevnda legði upp til ikki minni enn níggju og sementeraði enn einaferð sín lyklastatus í álopinum.

Anna Elisabeth H. Weyhe og Karin Egholm, sum hava drigist við skaðar, sóu báðar út til at vera HM-klárar, og Annika Fríðheim Petersen fekk fitt av spælitíð, nú hon er aftur eftir barnsburð. Tó verður tað helst Rakul Wardum, sum fær málmansplássið frá byrjan í Trier.

Tað verður Ísland, sum fer til HM við sigurskensluni í búkinum, meðan føroyingarnir skulu lyfta avrikið eitt ella tvey stig til fyrsta dystin ímóti Montenegro mikukvøldið. Tær vóru tungar at dansa við í undankappingardysti fyri kortum. Tær vera neyvan lættari í Trier.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860