Superman-blað á uppboði var selt fyri 59 milliónir

Superman-blað á uppboði var selt fyri 59 milliónir
Tríggir brøður funnu blaðið á loftinum í húsunum, sum mamma teirra hevði búð í
Tríggir brøður í USA gjørdist ríkir, tá eitt Superman-blað, sum teir høvdu funnið, var selt á uppboðssølu.(Savnsmynd)
 
24.11.2025 - 09:17

Tríggir amerikanskir brøður gjørdu kvettið, tá ið teir í fjør ruddaðu húsini, sum mamma teirra hevði búð í í Kalifornia, til hon doyði.

Millum gomul dagbløð og annað á loftinum, funnu teir tríggir eitt Supermann-blað, dagfest í juni 1939. Tað er gott og væl eitt ár eftir, at teknirøðin kom út á fyrsta sinni.

Útgávan hjá brøðrunum var í so góðum standi, at tá ið teir nakrar mánaðir seinni settu seg í samband við eitt uppboðssøluhús, fingu teir eina meting, sum segði, at talan var um eina útgávu, sum var í sera góðum standi.

 

Heimsmet

CGC, sum er ein fyritøka, sum metir góðskuna á gomlum teknirøðum og kortum, gav hesi útgávuni karakterin 9 av 10. Og tað er heimsmet.

Og tað gjørdist prísurin eisini, tá brøðurnir seldu teknirøðina á uppboði í vikuni. 

Tá hamarin fall hjá Heritage Auctions, var samlaði prísurin 9,12 milliónir dollarar, sum svarar til góðar 59 milliónir krónur í okkara peningi. 

Tað eru tríggjar milliónir dollarar meira enn gamla metið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373