Vágskálin: Ógvuslig søga um harðskap og hevnd

Vágskálin: Ógvuslig søga um harðskap og hevnd
Fyrsta skaldsøgan hjá Peturi Mohr Reinert, "Hevnd", snýr seg um áhaldandi ágangin móti Jákupi, ið er rukkan umborð á einum fiskiskipi, sum endar við einari hópneyðtøku
 
25.11.2025 - 08:43

Nú er bókatíð, og hesa tíðina er altíð spennandi at vita, um nýggir høvundar bjóða seg fram við yrkingasøvnum, stuttsøgusøvnum ella skaldsøgum.

Ein av teimum nýggju, sum hevur skrivað skaldsøgu í ár, er Petur Mohr Reinert.

Hann hevur skrivað skaldsøguna “Hevnd”, sum er ein óvanliga ógvuslig søga um eina skipsmanning.

 

Kennir til lívið umborð

Petur Mohr Reinert er føddur í 1957. Hann nevnir, at hann hevur bæði koyrt gravimaskinur, lastbil og verið til skips. Tí kennir hann lívið umborð.

Hann hevur eisini tikið læraraprógv, handilsskúlaprógv og prógv sum orðblindalærari, og mong kenna hann eisini frá tónleikabólkinum Devon.

Saman við Peturi Slyne, sála, stovnaði hann á sinni reklamuvirkið Petur & Petur og var stjóri har.

Longri afturi í tíðini gjørdi Petur Mohr Reinert útvarpssendingar.

Skaldsøgan ”Hevnd” fekk eina heldur rokaliga føðing, tí eitt órættað handrit varð fyrst prentað og tikið aftur. Síðan varð tað rættaða handritið prentað og givið út.

 

Rukkan umborð

Høvuðspersónurin í søguni er tann 35 ára gamli Jákup úr Sørvági. Hann er sjómaður og siglir við frystitrolaranum, ”Móðurfarinum”.

Har umborð fer tað nógva av søguni fram, og vit hitta ein hóp av øðrum persónum, sum sigla við skipinum.

Har er Rólant, sum er eitt bartrog og stútt og støðugt heldur Jákup fyri rukku. Har er Heðin, skiparin, sum er ein rættvísur maður og roynir at halda skil á manningini.

Vit frætta eisini um reiðaran, Niklas. Hann er tann, sum hevur skaffað bartrognum Rólanti kjansin við ”Móðurfarinum”, og tí kann Rólant mestsum liva og láta, sum hann vil.

Kokkurin á ”Móðurfarinum” eitur Gunnar. Hann ger manningini góðan mat og er ein bæði avgjørdur og fittur maður, sum menn ikki tora at seta seg upp ímóti.

Rólant hevur kortini so stórt vald umborð, at hann fær nógvar av hinum við sær, tá hann ger høvuðspersóninum, Jákupi, ónáðir.

Erling, Oddmar, Magni, Jóhann, Ólavur, Sámal og Sigmundur tora ikki annað enn at taka undir við tí, sum Rólant vil og ger, og sum oftast snýr tað seg um at plága Jákup.

 

Skakandi hópneyðtøka

Eitt evni í søguni er sostatt gamla orðatakið um, at við hvørjum skipi er altíð ein rukka, og eitt annað evni er, hvussu stóran sálarligan løst tílíkur ágangur kann hava við sær.

Í ”Hevnd” er tó ikki bara talan um sálarligan løst. Eftir at manningin hevur verið í landi í Reykjavík og ballast, koma teir flestu umborð aftur dýrandi fullir.

Teir sesast 7-8 mans inni á einum kamari at ballast víðari, eisini Jákup, men tá Rólant kemur inn, hendir tað óhugsandi. Teir fullu menninir – við Rólanti á odda – hópneyðtaka Jákup.

Tá hetta óhugnaliga brotsverkið er framt, er Jákup í sera ringum standi sálarliga og kropsliga.

Rithøvundurin lýsir so gjølla neyðtøkuna, at tú sum lesari øtast, og yvirhøvur er als onki ballað inn í sambandi við allar harðskaps- og kynslýsingar í bókini.

Jákup vinnur sær megi aftur og fer at hevna seg. Seinna helvt av bókini snýr seg um hevndina, og á teimum síðunum fer hann ikki fram við mýkindum.

Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, og Sanna Klein, bókmentafrøðingur, fara mikudagin 26. november kl. 16.05 at ummæla skaldsøguna í Vágskálini.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Evnið næstuferð: ”Hevnd” eftir Petur Mohr Reinert

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Hósdag 4. desember
Kvørnin: "Íða", Frum
201033
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031
Mikudag 3. desember
DOK01452_HKH_E01_4K_OK - teknmálstulkað
200987
Mikudag 3. desember
HM25: Ísland - Montenegro
200970