Rungandi bassur úr undirgrundini í London upp á Gøtusand

Rungandi bassur úr undirgrundini í London upp á Gøtusand
Fyrsta navnið, ið G! festivalurin kunngerð til festivalin komandi summar, er enski dancehall og drum & bass tónlistamaðurin IRAH
 
26.11.2025 - 15:29

IRAH vaks upp í dukandi bass-hjartanum av sound-system mentanini í Suður-London, og búði eisini nøkur av ungdómsárunum á Jamaika.

Ljóðið er ein blanding av reggae, dancehall og drum & bass.

Tað peikar heilt greitt aftur til nítiárini við rave og bólkum sum Prodigy og øðrum. 

Altjóða gjøgnumbrotið fekk IRAH saman við Chase & Status við lagnum "Program" og seinni við platinseljandi hittinum "Baddadan".

 

IRAH hevur arbeitt saman við Beenie Man, Flowdan, Popcaan og Sammy Virji og hevur framført á fleiri av størstu festivalunum í Europa og Bretlandi.

Nýggju løgini, "Gunfinger", "Dis Badman" og fleiri onnur, eru sera orkumikil og megna at taka ein og hvønn av fótum - eisini tey, ið ongantíð áður hava hoyrt tey, halda í øllum førum G!-fyriskipararnir. 

"Men enn er góð tíð til G! fer av bakkastokki, so tú nært væl at lurta og koma at kenna tónleikin áðrenn. Hesir basstónar hava longu rungað uttan íhald á G! skrivstovuni í nakrar mánaðir og komandi summar fara teir at skaka Gøtusand!"

 

Um tú vil vita meira um IRAH kann forvitnislig samrøða lesast HER.

G! festivalurin verður 16.-18. juli í 2026.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329