Smápartafelagið í Leitinum farið í sjálvbodna likvidatión

Smápartafelagið í Leitinum farið í sjálvbodna likvidatión
Felagið skuldi eftir ætlan at byggja 180 íbúðir í Saltangará
Ætlanin hjá smápartafelagnum í Leitinum at byggja íbúðir í Saltangará varð av ongum.
 
26.11.2025 - 08:02

Smápartafelagið í Leitinum er farið í sjálvbodna likvidatión, og eitur nú smápartafelagið í Leitinum í likvidatión, sambært Skrásetingini.

Likvidator, avtøkustjóri, er Bjarni Arnason.

Hann sigur, at tey, sum hava krøv móti felagnum, vera biðin um innan tríggjar mánaðir at boða frá kravi sínum.

Smápartafelagið Í Leitinum var felagið, sum eftir ætlan skuldi at byggja 180 íbúðir í Saltangará.

Men tann ætlanin varð av ongum, og Runavíkar kommuna arbeiðir nú við øðrum ætlanum fyri økið, sum liggur ovast í Saltangará.

Móðurfelag hjá smápartafelagnum í Leitinum var danska felagið St. Jørgen Ejendomme.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424