Vikugesturin: Saman standa vit sterkari

Vikugesturin: Saman standa vit sterkari
Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata, var vikugestur
Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata
 
29.11.2025 - 12:51

- Vit kunnu ikki einsamøll broyta heimin, men vit kunnu kasta ein stein í vatnið, sum skapar ringar.

Sum ung helt hon, at hon skuldi út í heimin at gera mun. Men sum vaksin hevur hón ásannað, at tað er í tí smáa, í møtinum við onnur menniskju, at vit hvør í sær hava eina ávirkan á, at heimurin verður eitt betri stað.

Hedvig Johansdóttir tók við sum aðalskrivari í Barnabata, sum um vikuskiftið aftur stílar fyri "Í menniskjum góður tokki". Eitt tiltak, sum stórur tørvur er á, hóast vit liva í einum tí ríkasta samfelagnum í heiminum, tí tað eru eini 1000 børn í fátækraváða í Føroyum. 

- Vit kunnu ikki einsamøll broyta heimin, men vit kunnu kasta ein stein í vatnið, sum skapar ringar, sigur Hedvig Johansdóttir.

Hedvig er útbúgvin kandidatur í námsfrøðiligari sálarfrøði, og seinni hevur hon tikið master í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði. Vit tosa við Hedvig um hennara lívsleið, har hon hevur ferðast víða, eisini millum illa stødd børn og ung, og vit spyrja hana, hvussu børn hava tað í Føroyum. Vit viðgera eisini, hvat Barnabati er, og hvat Barnabati ger.

Hoyr alla samrøðuna við Hedvig Johansdóttir, sum var vikugestur.

1779425

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751