Meirilutin í vinnunevndini tekur undir við at flyta fiskidagar millum ár

Meirilutin í vinnunevndini tekur undir við at flyta fiskidagar millum ár
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í nevndini eru ímóti. Víst verður til umsitingarætlanina, sum vinnan, manningarfeløgini, Havstovan og politiska skipanin eru samd um
Dagarnir hjá bólki 5B í ár vóru uppi 16. oktober. Bólkur 5A hevði 420 dagar eftir 20. november. (Savnsmynd)
 
01.12.2025 - 08:52

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í vinnunevndini taka ikki undir við uppskotinum um at javnseta bólk 5 við hinar bólkarnar, so fiskidagar hjá honum kunnu flytast til árið eftir.

3.000 dagar lupu av hjá bólki 5 í fjør.

Dagarnir hjá bólki 5B í ár vóru uppi  16. oktober.

Bólkur 5A hevði 420 dagar eftir 20. november.

Tingmenninir Árni M. Dam, Jóhannis Joensen, Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard eiga uppskotið, sum skal útvega bátunum í bólki 5B fleiri fiskidagar í ár.

Meirilutin í vinnunevndini tekur undir við uppskotinum.

 

Vísa til umsitingarætlanina

Minnilutin, Annika Olsen og Uni Holm Johannesen, mælir frá at samtykkja tað.

Tey vísa til umsitingarætlanini, sum vinnan, manningarfeløgini, Havstovan og politiska skipanin eru samd um.  

Og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at øll skipanin við óbrúktum døgum skal endurskoðast.

Tað skal hon millum annað tí, at ongar avmarkingar eru fyri, hvussu nógvir óbrúktir dagar kunnu flytast millum ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423