Fagnaðarkonsert fyri Petur Pólsyni í Løkshøll

Fagnaðarkonsert fyri Petur Pólsyni í Løkshøll
Eivør, Guðrið Hansdóttir, Visible Fish, Marius DC og Benjamin Petersen eru millum kendu tónlistanøvnini, ið fara á pallin í Løkshøll 17. januar at fagna Petur Pólsyni
 
03.12.2025 - 18:00

Leygarkvøldið 17. januar 2026 verður Løkshøll í Runavík karmur um stórari fagnaðarkonsertin fyri Petur Pólsyni.

"Talan verður um eitt kvøld, har vit savnast at hátíðarhalda listafólkið, sum í fleiri áratíggju hevur sett sín serliga dám á føroyska tónleikapallin og mentanarlívið," skrivar Løkshøll í tíðindaskrivi. 

Petur Pólson var oddamaður í legendariska bólkinum Clickhaze saman við eitt nú Eivør Pálsdóttir, men hevur eisini útgivið tónleik og yrkingasøvn í egnum navni og samstarvað við nakrar av fremstu tónleikarunum í Føroyum.

 

Altíð spælt við mótsetningar

Í 1997 fekk Petur Pólson virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingarsavnið "Ongin sól er til", og í 2015 fingu Benjamin Petersen og Petur Pólson ikki minni enn fýra FMA-heiðurslønir fyri plátuna "AVE".

Petur hevur við sínum hugvekjandi listarliga sniði, altíð spælt við mótsetningar, har tað vakra møtir tí dapra, har gleðiboð verða koyrd í moll, og har sorg verður koyrt í verðsligan dám.

Heilsan hjá Peturi Pólsyni er farin at bila seinnu árini, eftir at hann fekk ein blóðtøpp, ið elvdi til aðrar heilsutrupulleikar. 

 

Kend fólk á pallin

Á fagnaðarkonsertini í Løkshøll 17. januar verður listin hjá Peturi tulkað av nøkrum av okkara fremstu tónleikarum og rithøvundum:

Visible Fish, Eivør, Benjamin Petersen, Niels Arge Galán, Michael Blak, Marius D.C., Knút, Lyon, Guðrið Hansdóttir, Uni Árting, Høgni Lisberg, Sámal Ravnsfjall, Jens L. Thomsen, Jón Tyril, Mattias Kapnas, Jan Rúni Poulsen, Dorthea Højgaard Dam, Jensia Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim og Oddfríður Marni Rasmussen.

Tey fara øll at leggja sín serliga dám á løgini, sum hava verið partur av lívinum hjá mongum føroyingum í gjøgnum árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666