Treytaleysa fongsulsrevsing í 30 dagar fyri lokking

Treytaleysa fongsulsrevsing í 30 dagar fyri lokking
Maðurin er dømdur fyri lokking og roynd at lokka, og í royndini vóru í minsta lagi 12 gentur, sum vóru í aldrinum 9 til 14 ár.
 
03.12.2025 - 15:49

Dómur var í dag sagdur í Føroya rætti í fyrsta føroyska málinum um grooming, tað eitur lokking á føroyskum.

Ein maður var ákærdur fyri lokking og fyri roynd at lokka. Í royndini eru í minsta lagi 12 gentur, sum vóru í aldrinum 9 til 14 ár.

Sambært ákæruritinum var ætlanin hjá manninum at gera seg kynsliga inn á genturnar. Hann segði, at hann var millum 12 og 16 ár, og heitti á genturnar um at senda sær myndir.

Fyri tað varð maðurin dømdur 30 dagar fongsulsrevsing. 

 

Katrin Thorsvig Hansen. 

 

Maðurin varð eisini ákærdur í tveimum øðrum førum.

Annað var eitt mál um blúnisbrot, roynd at hava samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár, og um at deila pornografiskt tilfar um gentu, sum var 12 ár.

Hitt var eitt mál um neyðtøku við aðrari kynsligari gerð enn samlegu, har hann á Snapchat fekk eina 15 ára gamla gentu at gera kynsligar gerðir við seg sjálva í minsta lagi tíggju ferðir.

Maðurin var fríkendur fyri bæði hesi málini.

Hoyr samrøðu við Katrina Thorsvig Hansen, ákæra:

 

03122025_Katrin_Thorsvig

 

Dømdi maðurin og ákæruvaldið hava tvær vikur at gera av, um tey skulu kæra málið til landsrættin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101