Føroyska EM-liðið tikið út

bannari
Føroyska EM-liðið tikið út
Peter Bredsdorff-Larsen hevur tikið 18 spælarar út til EM-endaspælið í januar, og talan er fyri tað mesta um royndar landsliðsmenn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2025 - 10:38

Talan er í stóran mun um royndar landsliðsmenn, sum Peter Bredsdorff-Larsen hevur tikið út til EM-endaspælið í januar.

Av teimum 18, sum eru tiknir út, vóru 16 við til EM-endaspælið í Týsklandi í 2024.

Einastu nýggju menninir eru Bjarni í Selvindi úr Vali, og málverjin Aleksandar Lacok úr TSV St. Otmar Handball St. Gallen, sum eru við í staðin fyri Jónas Gunnarsson Djurhuus og Nicholas Satchwell.

Helgi Hoydal, sum ongan undankappingardyst spældi vegna skaða, er ein av fýra strikuspælarum, sum eru við í hópinum. Hoyvíkingurin er einasta spælarin, sum spælir hondbólt í føroysku kappingini.

Tríggir ungir spælarar vóru við til Golden League-upphitingarkappingina fyri kortum, Pauli Rasmussen (StÍF), Høgni Heinason (H71) og Pauli Høj (Bergsøy), men eingin teirra er við í EM-hópinum.

 

Føroyski EM-hópurin

Málverjar
Pauli Jacobsen, HC København (Danmark)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (Sveis)

Bakkar
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (Svøríki)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (Svøríki)
Óli Mittún, GOG (Danmark)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (Týskland)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (Danmark)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (Týskland)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (Danmark)
Bjarni í Selvindi, Valur (Ísland)

Vengur
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (Danmark)
Leivur Mortensen, HC København (Danmark)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (Týskland)
Allan Norðberg, Valur (Ísland)

Strikur
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (Danmark)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (Danmark)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (Føroyar)

Av hesum 18 vera 16 spælarar við til hvønn dyst.

Føroyska liðið savnast til venjing 3. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið. Føroyar spæla venjingardystir móti Italia við Tjarnir 9. januar og 11. januar. Mikudagin 14. januar ferðast liðið til Oslo.

 

EM-leikskráin

Fríggjadagin 16. januar kl. 19.30: Føroyar – Sveis
Sunnudagain 18. januar kl. 17.00: Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. januar kl. 19.30: Slovenia – Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155