Tónin má vera reiðiligari

Tónin má vera reiðiligari
Bjarni Kárason Petersen hevur fingið eina óbeinleiðis hóttan eftir lívinum og mælir nú til ein betri tóna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2025 - 09:48

Aftan á viðgerðina av fosturtøkulógini í farnu viku hava fleiri løgtingsfólk fingið hóttandi boð umvegis sms og á sosialum miðlum. Ein teirra er Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur, sum fekk eina óbeinleiðis hóttan eftir lívinum.

Í morgunsendingini eftirlýsti hann, at tónin má vera virðiligur – eisini inni á tingi.

– Vit í Løgtinginum hava eina ábyrgd at ganga fremst og kjakast virðiliga, hóast bylgjurnar ganga høgar í ávísum málum, segði løgtingsmaðurin, sum vil hava politikarar at ganga undan við góðum fyridømi.

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, var eisini gestur. Hon greiddi frá, at hóttanir á netinum verða viðgjørdar eins álvarsliga og aðrar hóttanir. Revsingin kann vera harðari, tá talan er um álop á fólk í almennari tænastu, tí hetta verður sæð sum eitt álop á fólkaræðið.

Innslagið í morgunsendingini kann hoyrast her:

1781466

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482