Borgarstjórin í Vágum: Ferðslan í Miðvági og Sandavági er longu ótolandi

Borgarstjórin í Vágum: Ferðslan í Miðvági og Sandavági er longu ótolandi
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vágum, finst hvassliga at landsmydugleikunum fyri at útbyggja flogvøllin uttan at játta pengar til ferðslutrygd ella innkomuveg til flogvøllin
Mynd: Savnsmynd  
 
10.12.2025 - 16:55

Sjálvt um Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fegnast um, at farast kann undir útbyggingina av flogvøllinum, so rópar hann nú varskó.

- Tað gevur onga meining, at samstundis sum landið játtar 350 milliónir krónur til útbygging av Vága Floghavn, verður null sett av til ferðslutrygd ella innkomuveg til einastu farleiðina til flogvøllin, sigur hann í skrivi, sum kann lesast í fullari longd á heimasíðuni hjá Vága kommunu.

Ferðslan í Sandavági og Miðvági er longu ótolandi sum er, og við útbyggingini av flogvøllinum kann roknast við, at ferðslan fer at økjast nógv, og tað tola bygdirnar ikki.

Tí má og skal landsmyndugleikin taka sína uppgávu í álvara og hjálpa til við at finna eina loysn á avbjóðingini, fyrst eina stutttíðarloysn - og so eina langtíðarloysn, sigur borgarstjórin.

1781927

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329