Fólkavøksturin størri, tí færri eru flutt av landinum

Fólkavøksturin størri, tí færri eru flutt av landinum
1. november vóru 343 fleiri fólk í Føroyum enn somu tíð í fjør
Fólkavøksturin seinasta árið kom av burðaravlopi, sum var 182 fólk, og nettoflyting, sum var 161 fólk. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
10.12.2025 - 09:32

1. november búðu 54.870 fólk í Føroyum, 0,6 prosent, 343 fólk, fleiri enn 1. november í fjør.

Vøksturin er størri enn undanfarnu tólv mánaðir, millum annað tí, at færri fólk fluttu úr Føroyum.

Fólkatalið kom beint upp um 55.000 í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá nógv ung fluttu av landinum, skrivar Hagstovan. 

 

 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av burðaravlopi, sum var 182 fólk, og nettoflyting, sum var 161 fólk. 

Um tveir triðingar av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu. 

Harumframt var fólkavøksturin lutfalsliga stórur í Sjóvar kommunu, Sørvágs kommunu og Sands kommunu. 

Fólkatalið minkaði í 12 kommunum, mest í Vága kommuna og í Tvøroyrar kommunu.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985