Uppskot um fíggjarligan styrk til fyrsta barnið fær góða undirtøku

Uppskot um fíggjarligan styrk til fyrsta barnið fær góða undirtøku
Henrik Old, tingmaður, sum eigur uppskotið, sigur, at fosturtøkulógin er orsøkin til, at hann hevur lagt málið fram
Henrik Old eigur uppskotið um at veita fíggjarligan styrk í sambandi við barnsburð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2025 - 10:46

Rættarnevndin fer nú at viðgera uppskotið til samtyktar frá Henriki Old, tingmanni, um at fíggjarligan styrk í sambandi við barnsburð.

Hann skjýtur upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fram neyðug lógaruppskot við tí endamáli at geva kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, eina munandi eingangsupphædd.

Uppskotið fekk fyrstu viðgerð í tinginum í gjár, og framsøgufólkini tóku væl undir við tí.

Henrik Old sigur, at fosturtøkulógin, sum var samtykt herfyri, er orsøkin til, at hann hevur lagt uppskotið fram. 

Hann mælir til, at fíggjarligi styrkurin verður tikin úr Barsilsgrunninum, sum hevur avlop í løtuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11122025_Henrik_Old

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053