Elias fingið skaða í økslina

bannari
Elias fingið skaða í økslina
Hann spælir ikki meira í ár, men ætlar at vera klárur til fyrsta EM-dystin í Oslo
Hóast skaða í økslini, fer Elias Ellefsen á Skipagøtu at gera alt, hann er mentur, at vera klárur til endaspælið í EM í Oslo
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2025 - 13:39

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur fingið skaða í økslina og spælir ikki fleiri dystir fyri Kiel í ár.

- Eg fari at gera alt, eg eri mentur, at gerast klárur til fyrsta EM-dystin í Oslo, sigur føroyski spælskiparin, í skrivligum boðum til Kringvarpið.

EM-endaspælið í Oslo byrjar fríggjadagin 16. januar, tá Føroyar spæla móti Sveis.

Føroyska liðið savnast til venjing 3. januar í Havn, og er saman fram til EM-endaspælið.

Føroyar spæla venjingardystir móti Italia við Tjarnir 9. januar og 11. januar. Mikudagin 14. januar fer liðið til Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213