Ruth Vang: Kenna sviðan av fíggjarlógarhallinum

Ruth Vang: Kenna sviðan av fíggjarlógarhallinum
Bæði Framsókn og Tjóðveldi standa til at missa ein tingsess í nýggjastu veljarakanningini
Ruth Vang er forkvinna í Framsókn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2025 - 12:18

- Vit kenna nú sviðan av hallinum á fíggjarlógini.

Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, nú flokkurin í nýggju veljarakanningini hjá Kringvarpinum stendur til at missa ein tingsess. Afturgongdin síðani seinasta løgtingsval er góð tvey prosentstig:

 

23122025__Ruth_Vang

 

Sirið Stenberg.

 

Tjóðveldi missir eisini ein tingsess, vísir nýggjasta veljarakanningin, og var val nú, hevði flokkurin fingið fimm sessir. Tjóðveldi missir 1,4 prosent av atkvøðunum samanborið við seinasta løgtingsval. 

Flokkurin missir trý prosentstig av veljarunum uttan fyri Havnina, men ein lítil framgongd er í atkvøðutalinum í Havn, vísir kanningin.

- Minkandi undirtøkan fyri flokkinum uttan fyri Havnina er ein av orsøkunum til afturgongdina, ásannar Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi:

 

23122025_Sirid

 

Veljarakanningin, sum var gjørd 19. desember, vísir, at allir tríggir samgonguflokkarnir hava afturgongd, og standa til at fáa 12 tingsessir - seks færri enn nú.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871