Nýggj verkætlan: keypa fimm tons av rótum úr Stóru Dímun

Nýggj verkætlan: keypa fimm tons av rótum úr Stóru Dímun
Tann Grøna Matveitingin hevur fingið 258.000 krónur í almennum stuðli til at keypa fimm tons av rótum úr Stóru Dímun.
 
03.01.2026 - 12:40

Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun. Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. 

Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna.

Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur Ta Grønu Matveitingina. 

Hoyr samrøðuna við Joan Sørensen í útvarpstíðindunum.

1786143

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329

Meira um sama evni