Vil hava viðurskiftini við USA aftur í rættlag

Vil hava viðurskiftini við USA aftur í rættlag
Grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum sigur, at Grønland og USA hava brúk fyri hvørjum øðrum, tá ið ræður um trygdina í Arktis
Vivian Motzfeldt er landsstýriskvinna í uttanríkismálum í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
08.01.2026 - 09:07

- Mín størsta vón er, at viðurskiftini millum Grønland og USA koma aftur í rættlag.  
 
Tað sigur Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, nú tað er greitt, at fundur á hægsta stigi verður millum USA, Grønland og Danmark í næstu viku. Tá hittast uttanríkisráðharrarnir í teimum trimum londunum.
 
Í samrøðu við Sermitsiaq sigur Vivian Motzfeldt, at hennara boðskapur til amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, verður, at Grønland hevur brúk fyri USA, og USA hevur brúk fyri Grønlandi, tá ið ræður um trygdina í Arktis. 

 

Vinir og sameind

- Vit hava verið vinir og sameind í nógv ár, og samstarvið hevur altíð verið gott og stimbrandi. Vit skulu endurskapa hetta álitið, soleiðis at vit kunnu halda fram við at samstarva við áliti og virðing fyri hvørjum øðrum, sigur Vivian Motzfeldt.
 
Sambært grønlendsku landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum er enn ov tíðliga at siga, nær og hvar toppfundurin verður. Men tað er greitt, at fundurin verður í næstu viku, sigur Vivian Motzfeldt við Sermitsiaq.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342